Bygdarráðið í Hovi hevur skipað seg
Hovs kommuna hevur á fundi í kvøld skipað nýggja bygdarráðið. Tað verður Jónsvein Hovgaard sum verður nýggjur borgarstjóri og Bergljót B. Ludvig verður varaborgarstjóri.
Hovs kommuna hevur á fundi í kvøld skipað nýggja bygdarráðið. Tað verður Jónsvein Hovgaard sum verður nýggjur borgarstjóri og Bergljót B. Ludvig verður varaborgarstjóri.
Sosialurin skrivar:
Tað eru ikki bara leysatíðindi at hovbingar eru teir ivrigastu í Føroyum at hava gás, men hønan er bestumtókti nyttufuglur í Føroyum, vísir ein uppteljing
Tað eru ikki bara leysatíðindi, at av øllum bygdum í Føroyum, er tað Hov, sum er gásabygdin burturav. Í eini uppteljing stendur svart á hvítum, at av øllum bygdum í landinum, er tað í Hovi, at nógv flest gæs eru.
Rúnarsteinar hoyra eini farna tíð til. Men kortini var heimsins nýggjasti rúnarsteinur avdúkaður í Hovi.
Hetta hendir í samband við tiltakið “Víkingadagar í Hovi”, sum byrjaðu í gjár og halda fram til sunnudagin.
Tað er Hovs Fornminnisfelag ið reisir henda steinin til minnis um Havgrím, og til minnis um heimsins elsta tingstað. Innskriftin ber kendu orðingina frá Føroyingasøguni: “Hovgrímur [góði] var mikil blótmaður“.
Steinurin vigar 800 kilo, og varð settur uppá pláss í viðarlundini, omanfyri Hovs skúla, tá ið bygdin hevði árliga ruddingardagin fyrr í mánaðinum.
Í gjár - Kristi Himmalsferðardag - helt Hergeir Nielsen røðu, og tvær smágentur avdúkaðu steinin í fagra veðrinum seinnapartin.
Tað verður sum í gomlum døgum í Hovi, nú Víkingadagar eru á skránni í hesum døgum.
Her er lagt upp til at geva fólki eitt lítið innlit í ein part av tilveruni hjá teimum navnframu víkingunum.
Hetta verður gjørd við ymiskum tiltøkum – millum eisini vápnaleiki fleiri ferðir um dagin.
Forvitnisliga tiltakið byrjaði í gjár, og heldur fram heilt til sunnudagin.
Millum tey spennandi tiltøkini í dag er ein gongurtúrur seinnapartin niðan til Grásteinar og Havgrímsgrøv. Gingið verður framvið Kirkjujørð, har søgnin sigur at fyrsta katólska kirkjan í Føroyum stóð – hesa kirkjuna, ið Leivur Øssurson lat byggja konu síni, Tóru Sigmundardóttir
Síða 26 av 26