Hov
Filmur

Vælkomin til

HOVS KOMMUNU

Víkingadagar í Hovi Nú er dato sett á fyri Víkingadagarnir í Hovi, og verða teir í døgunum frá 25. – 27. mai 2018. Fyiskiparirnir arbeiða við skránni, og verður meira at frætta um hettar, fyrst í níggja árinum.

Landsverk: Mæla til Suðuroyartunnil í tveimumLandsverk mælir til, at eitt komandi fast samband til Suðuroyar verður gjørt í tveimum, har talan verður um ein 9 kilometra langan tunnil av Sandi til Skúvoyar, og ein 17,2 kilometra langan tunnil millum Skúvoy og Sandvík. Við eini tílíkari loysn ber til at seta trygdarkrøvini til hvønn tunnil sær, ið samlað fer at gera farleiðina minni kostnaðarmikla, enn um talan verður um ein beinleiðis tunnil.

Framløgan hjá Landsverki um Suðuroyartunnilin kann heintast her.

Nýggja nevndin í FjarhitafelagnumÁ fundi í gjár varð nýggj nevnd vald í Fjarhitafelagnum, sum er eitt partafelag, ið Sev og Tórshavnar kommuna eigur, og sum veitir fjarhita til nýggjastu húsini í Hoyvík og nakrar stovnar í norðara parti av Havnar býi.

Tey, sum vórðu vald í nevndina, vóru fyri Sev: Sune Jacobsen, bygdaráðslimur og fyrrverandi borgarstjóri í Sørvági, Jónsvein Hovgaard, borgarstjóri í Hovi og Hákun Djurhuus, Sev-stjóri. Tiltakslimur er Heri Mortensen.

 

Sosialurin skrivar:Gásin er nummar eitt í Hovi

Tað eru ikki bara leysatíðindi at hovbingar eru teir ivrigastu í Føroyum at hava gás, men hønan er bestumtókti nyttufuglur í Føroyum, vísir ein uppteljing

Tað eru ikki bara leysatíðindi, at av øllum bygdum í Føroyum, er tað Hov, sum er gásabygdin burturav. Í eini uppteljing stendur svart á hvítum, at av øllum bygdum í landinum, er tað í Hovi, at nógv flest gæs eru.

Nýggjur rúnarsteinur avdúkaður í HoviRúnarsteinar hoyra eini farna tíð til. Men kortini var heimsins nýggjasti rúnarsteinur avdúkaður í Hovi.

Hetta hendir í samband við tiltakið “Víkingadagar í Hovi”, sum byrjaðu í gjár og halda fram til sunnudagin.

Tað er Hovs Fornminnisfelag ið reisir henda steinin til minnis um Havgrím, og til minnis um heimsins elsta tingstað. Innskriftin ber kendu orðingina frá Føroyingasøguni: “Hovgrímur [góði] var mikil blótmaður“.

Steinurin vigar 800 kilo, og varð settur uppá pláss í viðarlundini, omanfyri Hovs skúla, tá ið bygdin hevði árliga ruddingardagin fyrr í mánaðinum.

Í gjár - Kristi Himmalsferðardag - helt Hergeir Nielsen røðu, og tvær smágentur avdúkaðu steinin í fagra veðrinum seinnapartin.

 

 

Bygdarráðsfundur

Bygdaráðsfundur verður 27. novembur 2019 kl. 17:00.

Hovs Kommuna.

Yvirliti sæst her

Hjartastartari
Hjartastartari í Hovi
Fráboðan um rottu
rotta
Fráboðan um rottu
Ognir til sølu/leigu
Ognir til sølu/leigu
 
 
OYÐUBLØÐ

Eru talgild og kunnu tí fyllast út á telduni. Síðan mugu tey prentast, og undirskrivast.

 
 
FÓLKATØL

Fólkatalsbroytingin í Hovs Kommunu fyri tíðarskeiðið
1985 - 2017.

 
 
ROKNSKAPIR

Her ber til at taka niður ella skriva út roknskap fyri Hovs kommunu í pdf-formati.

 
 
SIG TÍNA HUGSAN!

Sig tína hugsan um heimasíðuna, um viðurskifti í kommununi annars, um nýggju átøkini, v.m.

 
 
SØLA
 
FUNDIR
 
SKÚLIN
 
BYGDALEIÐIR
 
HEILSUMIÐSTØÐ
 
BURTURKAST