Ráðgevi / stuðul til Suðuroyar barnaverndartænastu
Søkt verður eftir fólki 30 tímar um vikuna at starvast, fyrst og fremst, heima hjá barna- familjum, har ein stuðlar og ráðgevur foreldrum og børnum.
Arbeiðið er í tøttum samstarvi við barnaverndarumsitingina og onnur fakfólk. Tann, ið settur verður, kemur at arbeiða út frá hølunum hjá Suðuroyar barnaverndartænastu.