Hov
Filmur

Vælkomin til

HOVS KOMMUNU

Endalig skrá: Víkingadagarnar 2018Víkingadagarnir í Hovi verða í døgunum 25. til 27. mai við fjøltáttaðari og spennandi skrá.

Fyrstu tiltøkini eru longu ónskvøldið 23. mai, tá vølvan Súsanna Vígdá hevur forkunnugt framskýgniskvøld í Savninum á Mýri, hetta verður kl. 19.

Jóannes Eidesgaard setur Víkingadagarnir fríggjadagin 25. mai kl. 17 – og halda tiltøkini áfram til sunnudagin 27. mai kl. 18, tá Víkingadagarnir 2018 enda.

 

 

Jónsvein Hovgaard R7Lokalsending um Suðuroynna:

Gestir hesaferð eru Jónsvein Hovgaard, borgarstjóri, um Hovs kommunu og Víkingadagar.

 

Innsavningin forskotin hesa vikunaTýsdagin 1. mai er eingin innsavning hjá IRF. Innsavningin í vikuni verður sostatt forskotin við einum degi, soleiðis at tað, ið eigur at verða heintað týsdag, verður heintað mikudag ístaðin o.s.fr.

Kunning frá IRF

Skulu dekk vekk?Nú er tíðin komin, at vetrardekkini skulu av og summardekkini á. Týdningarmikið er at burturbeina gomlu dekkini á rættan hátt.
Um felgan ikki kann brúkast aftur, lat hana til jarnendurnýtslu og dekkini sjálvi til brenningar. Um neyðugt, fáið verkstaðið at taka gomlu dekkini av felgunum.
Jarn er vorðið ein trotvøra í heiminum, men um tit lata tað til endurnýtslu, senda vit tað uttanlands, har tað verður gagnnýtt í nýggjum høpi.
Saman gera vit Føroyar grønari.

Kunning frá IRF

Bygdarráðsfundur

Bygdaráðsfundur verður 20. novembur 2025 kl. 17:00.

Hovs Kommuna.

Yvirliti sæst her

Hjartastartari
Hjartastartari í Hovi
Fráboðan um rottu
rotta
Fráboðan um rottu

Please publish modules in offcanvas position.