Atkvøðugreiðslan í Hovs kommunu á løgtingsvalinum tórsdagin 26. mars 2026 verður í skúlanum.
Atkvøtt verður frá
kl. 10.00 til kl. 20.00
ella so leingi veljarar møta uttan steðg.
Brævatkvøður
Veljarar, ið sambært vallógini lúka treytirnar fyri at nýta brævatkvøðu, kunnu greiða atkvøðu á kommunuskrivstovuni eftir avtalu til og við 25. mars 2026 kl. 16.00.
Veljarar, ið sambært vallógini lúka treytirnar fyri at nýta brævatkvøðu, kunnu greiða atkvøðu á kommunuskrivstovuni eftir avtalu til og við 25. mars 2026 kl. 16.00.
Atkvøðugreiðsla heima
Tey, íð vegna sjúku ella vantandi førleika ikki kunnu koma á valstaðið, kunnu velja heima til og við dagin fyri valið. Boðað má verða frá til kommunuskrivstovuna tlf. 221355 í seinasta lagi kl. 15.00 henda dagin.
Valkort verða send øllum teimum, ið standa á vallistanum. Veljari, sum ikki fær valkort, ella fær valkort við villum í, eigur at venda sær til kommunuskrivstovuna sum skjótast.
Valstýrið í Hovi




