Vísandi til at fólkatingsval er útskrivað og verður týsdagin 24. mars 2026, verður hervið kunngjørt, at veljarar greiða atkvøðu í skúlanum.
Atkvøtt verður frá kl. 09.00 til kl. 20.00 ella so leingi, veljarar møta uttan steðg.
Atkvøtt verður frá kl. 09.00 til kl. 20.00 ella so leingi, veljarar møta uttan steðg.
Brævatkvøða:
Veljarar, íð sambært vallógini lúka treytirnar fyri at nýta brævatkvøðu, kunnu atkvøða á kommunuskrivstovuni eftir avtalu til og við leygardagin 21. mars 2026 kl. 17:00.
Heimaval:
Tey, íð vegna sjúku ella vantandi førleika ikki kunnu koma á valstaðið, kunnu velja heima til og við leygardagin 21. mars 2026, Boða má vera frá á tlf. 221355 í seinasta lagi kl. 12:00 fríggjadagin 20. mars 2026.
Valkort:
Gjørt verður kunnugt, at valkort verða send øllum veljarum, íð standa á vallistanum.
Veljari, sum ikki fær valkort, ella fær valkort við villum í, eigur at venda sær til kommunuskrivstovuna sum skjótast.

Valstýrið í Hovi