Undirvísing í “SUÐUROY”
Til familjur hjá fólki, ið hava fingið eina demenssjúku.
Endamálið er, at familjan fær eina grundleggjandi vitan um demens.
Undirvísingin er tann:
- 27. mars 2023 frá kl. 17.00-19.00 fyri avvarðandi til byrjandi demens
- 28. mars 2023 frá kl. 17.00-19.00 fyri avvarðandi til miðal/svær demens
Hvar: Hamragarði í Vági
Kostnaður: Ókeypis
Tilmelding: halje@ls.fo Viðmerki hvussu nógv tit verða, og hvørjum tit eru avvarðandi hjá.
Seinasta freist at melda til er eina viku áðrenn undirvísingina.
Um tit hava spurningar, eru tit vælkomin at ringja á Demensklinikkina á telefon 30 45 00, lokal 4460
Demensklinikkin