Hov, Porkeris, Sumbiar og Vágs kommuna vilja styrkja Heilsudepilin í Vági, fundur hevur verið við landstýriskvinnuna í heilsumálum.

Kommunurnar Hov, Porkeri, Vágs og Sumbiar hava havt ein góðan og konstruktivan fund við landstýriskvinnuna í heilsumálum, Súsanna Bertholdsen, har tær løgdu fram ætlanina um eina útbygging av Heilsudeplinum í Vági.



Heilsumiðstøðin í Vági hevur í dag eitt breitt úrval av tænastum, sum fevna um kommunulæknar, økispsykiatri, tannlækna, fótarøkt, diatistur, blóðroyndir og heimasjúkrasystrar. Við hesum tænastum tryggjar Heilsumiðstøðin, at borgararnir fáa eina fjølbroytta og dygdargóða heilsutænastu.
Í viku 12 bera vit rull við gráum posum út, og í viku 13 verða tey hvítu rullini borin út.


