Hov
Filmur

Vælkomin til

HOVS KOMMUNU

Nýggjur rúnarsteinur avdúkaður í HoviRúnarsteinar hoyra eini farna tíð til. Men kortini var heimsins nýggjasti rúnarsteinur avdúkaður í Hovi.

Hetta hendir í samband við tiltakið “Víkingadagar í Hovi”, sum byrjaðu í gjár og halda fram til sunnudagin.

Tað er Hovs Fornminnisfelag ið reisir henda steinin til minnis um Havgrím, og til minnis um heimsins elsta tingstað. Innskriftin ber kendu orðingina frá Føroyingasøguni: “Hovgrímur [góði] var mikil blótmaður“.

Steinurin vigar 800 kilo, og varð settur uppá pláss í viðarlundini, omanfyri Hovs skúla, tá ið bygdin hevði árliga ruddingardagin fyrr í mánaðinum.

Í gjár - Kristi Himmalsferðardag - helt Hergeir Nielsen røðu, og tvær smágentur avdúkaðu steinin í fagra veðrinum seinnapartin.

 

 

Søga í nýggjum hami: Víkingar hittast til vápnaleik í HoviTað verður sum í gomlum døgum í Hovi, nú Víkingadagar eru á skránni í hesum døgum.

Her er lagt upp til at geva fólki eitt lítið innlit í ein part av tilveruni hjá teimum navnframu víkingunum.

Hetta verður gjørd við ymiskum tiltøkum – millum eisini vápnaleiki fleiri ferðir um dagin.

Forvitnisliga tiltakið byrjaði í gjár, og heldur fram heilt til sunnudagin.

Millum tey spennandi tiltøkini í dag er ein gongurtúrur seinnapartin niðan til Grásteinar og Havgrímsgrøv. Gingið verður framvið Kirkjujørð, har søgnin sigur at fyrsta katólska kirkjan í Føroyum stóð – hesa kirkjuna, ið Leivur Øssurson lat byggja konu síni, Tóru Sigmundardóttir

 

Bygdarráðsfundur

Bygdaráðsfundur verður 27. novembur 2019 kl. 17:00.

Hovs Kommuna.

Yvirliti sæst her

Hjartastartari
Hjartastartari í Hovi
Fráboðan um rottu
rotta
Fráboðan um rottu
Ognir til sølu/leigu
Ognir til sølu/leigu
 
 
OYÐUBLØÐ

Eru talgild og kunnu tí fyllast út á telduni. Síðan mugu tey prentast, og undirskrivast.

 
 
FÓLKATØL

Fólkatalsbroytingin í Hovs Kommunu fyri tíðarskeiðið
1985 - 2017.

 
 
ROKNSKAPIR

Her ber til at taka niður ella skriva út roknskap fyri Hovs kommunu í pdf-formati.

 
 
SIG TÍNA HUGSAN!

Sig tína hugsan um heimasíðuna, um viðurskifti í kommununi annars, um nýggju átøkini, v.m.

 
 
SØLA
 
FUNDIR
 
SKÚLIN
 
BYGDALEIÐIR
 
HEILSUMIÐSTØÐ
 
BURTURKAST