Forsíða   Bygdarráð Søga Myndir Slóðir
     


 

 

 

 

 

Sosialurin skrivar:

Føroya snøggasti tunnil tikin í brúk
20. okt 2007


Tað var Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, sum fekk heiðurin at skera snórin og taka tunnilin alment í nýtslu, men tann, sum var fyrstur at koyra ígjøgnum hann, var 85 ára gamli, Poul Midjord í Hovi. Og hetta hevur uttan iva verið ein heilt serlig kensla hjá honum, tí fyri 49 árum síðani var hann eisini tann fyrsti at koyra eftir vegnum um Hovsegg, sum tá var nýgjørdur og sum tá eisini var eitt veldugt frambrot tá á døgum.

Men at tunnilin eisini er kærkomin, skilst eisini, tá ið Bjarni Djurholm upplýsti, at Hovsvegurin er tað vegastrekkið í landinum, har tað eru hend flest ferðsluóhapp eftir bilatalinum, sum koyra eftir vegnum.

Tað vóru eisini fleiri sum høvdu á munni, at hetta var snøggasti tunnilin í landinum.
Og at talan er um valaverk, gekk sjón fyri søgn fyri hjá teimum mongu, sum koyrdu, súkklaðu, runnu ella gingu ígjøgnum hann.

Men tunnilin er eisini serligur við tað, at hann er tann fyrsti í landinum, har tað ber til at hoyra allar tríggjar útvarpsrásirnar, Útvarpið, Rás 2 og Lindina. Tað er ikki bara gjørt fyri at gera koyritúrin hugnaligari, men eisini fyri trygdina, tí í neyðstøðu, kann politiið fáa boð ígjøgnum eina av rásunum. So hyggjuráðini hjá teimum, sum koyra ígjøgnum tunnilin, er at lurta eftir einari av rásunum.

Annars eru neyðtelefonir og ljós í tunlinum.

Hovstunnilin er 2.435 metrar langur og er 10 metrar breiður og hevur kostað 150 milliónir at gera.

© Áki Bertholdsen - Sosialurin