
|
Sosialurin skrivar:
Gásin er
nummar eitt í Hovi
Tað eru ikki bara leysatíðindi at hovbingar eru teir ivrigastu í
Føroyum at hava gás, men hønan er bestumtókti nyttufuglur í Føroyum,
vísir ein uppteljing
Tað eru ikki bara leysatíðindi, at av øllum bygdum í Føroyum, er tað
Hov, sum er gásabygdin burturav. Í eini uppteljing stendur svart á
hvítum, at av øllum bygdum í landinum, er tað í Hovi, at nógv flest
gæs eru.
Í sambandi við eina tilbúgvingarætlan í sambandi við tað hóttandi
fuglakrímið, hava allar kommunur í landinum fingið álagt at skráseta
allar nyttufuglar, sum fólk hava, eitt nú hønur, gæs, dunnur og
kalkunir.
Hendan uppgerðin vísir, at í Hovi eru 102 gæs og tað er næstan tvær
ferðir so nógv sum í nakrarari aðrari bygd.
Men í Sandavági er gásin eisini vælumtókt, tí har eru 59 gæs og tað er
tað tann bygdin, har næstflest gæs eru.
Annars vísir yvirlitið, at hønan er best umtókti nyttufuglur av øllum.
Tilsamans eru 1014 hønur skrásettar kring landið, men tað skal ikki
nógv til at gásin yvirhálar hana, tí tað eru heilar 977 gæs í
landinum. Annars eru 667 dunnur og átta kalkunir. Tvær eru í Hovi og
tríggjar í Æðuvík og tríggjar í Søldafjørði. Men í Funningsfjørði er
tað enntá eitt húsarhald, sum hevur ein svan.
Tilsamans eru 2667 nyttufuglar skrásettir og tað er í Søldafjørði, at
flest fuglar eru, tí har eru 207 fuglar, 109 hønur, 49 gæs og 46
dunnur.
Men eisini hvalbingum og sandvíkingum dámar væl nyttufugl, tí har eru
188 av slagnum, 108 hønur, 45 gæs og 35 dunnur.
Annars ger Heilsufrøðiliga Starvsstovan vart við, at yvirlitið er ikki
fullfíggjað, Tí fleiri kommunur hava ikki skrásett nyttufuglarnar
Eitt nú er vert at leggja at tilmerkis, at nógvar stórar kommunur hava
enn ikki gjørt vart við seg og í øðrum førum eru uppgerðirnar so
ófullfíggjaðar, at tær eru ikki tiknar við. Eitt nú eru hvørki
Tórshavnar ella klaksvíkar kommunur við í yvirlitinum og og í Suðuroy
mangla enn tær báðar størstu kommunurnar, Vágur og Tvøroyri og Porkeri
Annars sæst alt yvirlitið á hfs.fo, har eisini nógvir upplýsingar um
fuglakrím eru at finna.©
Áki
Bertholdsen -
Sosialurin
|