
Les eisini:
|
Søga
Hov er gomul bygd og er umrødd í
Føroyingasøgu. Har búði høvdingurin Havgrímur, og har hevði hann hov
til sína gudadyrkan. Av hesum hevur bygdin fingið navn. Bygdin liggur
við Hovsfjørð, ið sæst á frímerkinum, og hann er víður og opin móti
eystri. Hov er tí brimpláss. Á frímerkinum sæst eisini Hovshólmur, sum
hoyrir til grannabygdina fyri sunnan, Porkeri. Hann ber tvey frælsi.
Hov var ein høvuðsbygdin í Føroyum í víkingaøld, og søgnin sigur, at
stutt eftir, at Føroyar vórðu kristnaðar, varð kirkja bygd í Hovi.
Seinri er bygdarinnar støða viknað, og søgnin sigur eisini, at
seinasta kirkjan varð flutt til Porkeris um trúbótarleitið. Tá ið
Vágsbygd fekk nýggja kirkju, varð hin gamla kirkjan flutt til Hovs og
vígd aftur har í 1943.
|