|

|
Hovs Kirkja
KELDA: J. P. Gregoriussen, Eldru Hválvkirkjurnar
Á vári 1914 kemur ein fyrispurningur frá Færø Amt og Provsti til
kirkjuráðið í Vági um at lata hovbingum ta gomlu kirkjuna í Vági, tá
ið vágbingar høvdu bygt nýggja. Hetta hevur kirkjuráðið einki ímóti og
játtar at lata hovbingum kirkjuna fyri einki, av tí einki av tí gomlu
kirkjuni verður brúkt aftur í teirri nýggju, sum vágbingar ætlaðu at
byggja.
Men drúgv tíð gongur, til kirkjan í Vági verður tikin í brúk. 25 ár
seinni - 19. februar 1939 - verður nýggja kirkjan í Vági vígd, og ikki
fyrr enn tá verður klárt at taka gomlu kirkjuna á Kirkjukletti niður
og flyta hana til Hovs.
Upprunaliga var tað íslendingurin Guðbrandur Sigurðson, ið stóð fyri
arbeiðinum at smíða kirkjuna á Kirkjukletti í Vági. Hon var 13 alin
long og 6½ breið við 9 stólum mannfólkamegin og 8 stólum
konufólkamegin. Kirkan varð bygd 1862.
Teir, sum stóðu fyri arbeiðinum at taka gomlu kirkjuna á Kirkjukletti
niður, vóru arkitekturin Johan Hofgaard og Johan Hammer, timburmaður.
Teir tóku bretti fyri bretti niður og merktu tey. Sama var við
bjálkunum. Síðan var alt tilfarið koyrt í lastbili út á kaiina í Vági,
har tað varð flutt við skipi til Hovs. Av Stapanum varð tað borið
niðan á tað staðið, sum hovbingar rópa Innan Glyvur. Grund varð laðað,
og kirkjan sett upp aftur av nýggjum. Umframt arkitektin Hofgaard og
Johan Hammer, hjálptu Leivur Jespersen og Hans Pauli Luid við at smíða
kirkjuna upp aftur av nýggjum. Tá ið kirkjan stóð á Kirkjukletti hevði
hon flagtak, men nú tá ið hon varð bygd av nýggjum, løgdu teir
galvaniserað jarntak á.
Tann 14. februar 1943 var sum vera man stórur dagur í Hovi, tí tá varð
kirkjan vígd. Gulak Jacobsen, sum var fyribils settur próstur, vígdi
hana.
Delmar Tausen
|