|
Havgrímur úr Hovi
Brot úr føroyingasøga:
Havgrímur, Einar Suðringur og Eldjarn Kambhøttur.
Havgrímur æt ein maður sum búði í Suðuroy í Føroyum. Hann var mætur,
múgvandi og harðrendur. Kona hansara æt Guðrið, og hon var dóttur
Snæúlvs.
Havgrímur var høvdingi yvir øðrum helminginum av oyggjunum. Hann hevði
fingið tær í len av Haraldi gráfeldi, sum tá var kongur í Noregi.
Havgrímur var ógvuliga brályntur, og bar ikki orð fyri at vera serliga
vitur maður.
Ein húskallur hansara æt Einar, og var róptur Suðringur. Ein annar
maður Havgríms æt Eldjarn Kambhøttur. Hann var orðmikil, illorðaður,
fávitskutur og ilskur, latur, meinskur og eitt illmælt lyguvætti.
Brestir og Beinir.
Tveir brøður verða nevndir í søguni, sum búðu í Skúvoy. Annar æt
Brestir og hin Beinir. Teir vóru synir Sigmunds, bróður Torbjørn
gøtuskeggja, faðir Tróndar.
Brestir og Beinir vóru víðgitnir menn, høvdingar yvir helvtini av
oyggjunum, sum teir høvdu í len fyri Hákun jall Sjúrðarson, ið tá sat
við valdið í Tróndheimi. Báðir vóru teir hirðmenn Hákun jalls og
hansara kærastu vinir. Brestir bar av øllum monnum til styrki, og
mætari enn nakar annar maður í Føroyum. Hann var ásýniligur maður og
fimur í øllum ítróttum. Beinir var líkur bróður sínum í mongum lutum,
men kundi tó ikki heilt javnmetast við hann.
Kaldligt var millum teir og Trónda, hóast teir vóru so nær skyldir.
Brøðurnir vóru ikki giftir, men høvdu frillur. Cecilia æt frilla
Brestirs, og hon ið fylgdi Beiniri, æt Tóra.
Sonur Brestis æt Sigmundur, og hann sýndi tíðliga gott mannsevni.
Sonur Bein æt Tóri og var tvey ár eldri enn Sigmundur.
Brøðurnir høvdu eitt annað búgv í Dímun, og tað var tann minni
garðurin. Synir teirra vóru blaðungir tá ið hetta fór fram.
Snæúlvur.
Snæúlvur, verfaðir Havgríms búði á Sandoynni. Hann var ættaður av
Hebridunum (Suðuroyggjum), haðan hann flýddi til Føroyar fyri manndráp
og aðrar illgerðir. Fyrra partin av lívinum hevði hann verið í
víkingi. Hann var tó líka ódællur og harðrendur.
Svínoyar Bjarni.
Bjarni æt ein maður sum búði í Svínoy. Hann kallaðist Svínoyar Bjarni.
Hann var góður bóndi, átti nógv fæ og var listilærdur maður. Hann var
morbróður Trónd í Gøtu.
Tingstaður føroyinga lá á Streymoynni, og har er ein havn teir kalla
Tórshavn.
Ilt millum Einar og Eldjarn.
Havgrímur búði í Suðuroy, í teirri bygdini sum rópast í Hovi. Hann var
mikil blótmaður, tí tá vóru allar Føroyar heidnar.
Tað var eitt heystið hjá Havgrími bónda í Suðuroy, at teir sótu við
eldarnar og sviðu seyðarhøvd.
Einar Suðringur og Eldjarn Kambhøttur fóru at meta um menn. Einar
rósti skyldmonnunum Bresti og Beini, og Eldjarn lovaði Havgrími og
segði hann vera mætari. Trætan gekk so hart á, at Eldjarn leyp upp og
sló Einar við trænum hann helt á. Einar fekk slagið á økslina, og hann
gjørdist so sintur, at hann tók eina øks og brendi í høvdið á
Eldjarni, so tað brotnaði og hann fall í óvit.
Tá Havgrímur hoyrdi um hetta, rak hann Einar á dyr, og bað hann fara
til skyldmennirnar skúvingarnar, síðan hann helt teir so høgt í metum.
”Og so man fara at vera,” segði Havgrímur, “hvørt tað verður fyrr ella
seinni, at stríð kemur at standast millum okkum og skúvingarnar.”
Einar fór tá haðani og kom til brøðurnar, har hann segði frá
tilburðinum. Teir tóku væl ímóti honum, og hann var har um veturin,
væl hildin.
Einar bað frænda sín Brestir taka sær av sínum sakarmáli, og tí
játtaði hann fyri. Brestir var vitur maður og lógkønur.
Um veturin fór Havgrímur á skipi til Skúvoyar, har hann hitti
brøðurnar og spurdi hvussu teir vildu bøta fyri skaðan sum Einar hevði
volt Eldjarni. Brestir svaraði honum, at sakin skuldi leggjast undir
besta manna dóm, soleiðis at ein rættvís semja kundi fáast í lag.
Havgrímur svaraði:
”Har verður eingin semja, uttan at eg ráði einsamallur.”
Brestir svaraði:
”Tá verður sakin ikki rættvíst viðgjørd, so tað verður av ongum.”
So stevndi Havgrímur Einari inn fyri Streymoyarting og í tí lagnum
skiltust teir.
Brestir hevði beinanvegin tá klandrið var byrja, lýst fyri vitnum, at
tað var Kambhøttur hevði lagt á Einar fyrst.
So komu báðir partar fjølmentir til tings. Men tá Havgrímur gekk til
dómsvaldið og vildi leggja sakina fram móti Einari, gingu brøðurnir
Brestir og Beinir fram hinumegin við fjølmentum liði. Brestir fekk
sakina hjá Havgrími ógilda, og lýsti Kambhøtta friðleysan eftir
fornari landslóg, eftir sum hann hevði gjørt seg inn á sakleysan mann.
Teir dømdu Eldjarn til útlegd og at gjalda fulla sekt.
Havgrímur segði at hetta skuldi verða hevnt teimum. Beinir svaraði, at
teir skuldu vera tilreiðar, og ikki kvíða fyri hóttum hansara.
Í tí lagnum skiltust teir.
Ferð Havgríms til Snæúlvs.
Stutt eftir hetta fór Havgrímur heimanífrá við konuni Guðrið og seks
monnum á báti til Sandoyar. Har búði verfaðir hansara Snæúlvur, faðir
Guðrið.
Tá tey komu at oynni, sást einki fólk í bønum ella úti á oynni. Tey
gingu niðan í túnið og inn í húsini, men onki fólk var at síggja. Tey
fóru so innar í stovuna, og har stóð borð reitt bæði við mati og
drekka, men onki fólk. Teimum tókti hetta undarligt, men vóru har
náttina yvir.
Morgunin eftir gjørdu tey seg til at fara og róðu fram við oynni. Tá
sóu tey bát koma rógvandi ímóti teimum fullur av fólki, og kendu tey
Snæúlv bónda og alt húski hansara. Havgrímur róði tá ímóti teimum og
heilsaði Snæúlvi, verfaðiri sínum, men hesin ønti ikki afturímóti.
Havgrímur spurdi tá hvørji ráð hann kundi leggja sær um sakina móti
Bresti, so hann kundi vinna sínar sømdir.
Snæúlvur segði:
”Illa hevur tú borið teg at, at gera teg inn á sakleysar menn, ið eru
betri enn tú – tín partur í hesum máli er mannminkandi.”
Havgrímur svaraði:
”Annað tørvar mær enn ábreiðslur frá tær, og nú vil eg ikki hoyra
meir.”
Snæúlvur tók tá eitt spjót og skeyt eftir Havgrími. Havgrímur vardi
seg við einum skjøldri, og spjóti stóð fast í tí, men Havgrímur slapp
undan meini.
So skiltust teir í hesum lagnum, og Havgrímur fór heim til Suðuroyar,
og helt seg standa illa í øllum lutum.
Havgrímur og Guðrið kona hansara áttu ein son ið róptist Øssur. Hann
var níggju ára gamal tá hetta fór fram, og av evnaligastu dreingjum.
Ráð Tróndar móti Brestir og Beinir.
Tíðin leið, og tá fór Havgrímur heiman í frá og til Eysturoyar til
Trónda, og Tróndur fagnaði honum væl.
Havgrímur leitar nú ráð hjá Trónda, hvat hann vil mæla honum til at
gera í sakini við skúvoyingarnar Brestir og Beinir. Hann segði Trónda
vera tann vitugasta mannin í oyggjunum, og at hann gjarna vildi
samsýna honum afturfyri.
Tróndur segði hetta vera undarligt, at leita til hansara um at vera
við í svikaráðum móti skyldmonnum hansara – “Og hetta kan ikki vera
álvara títt. Skiljið eg teg rætt, er tað soleiðis, at tú vilt hava
aðrar menn við tær í svikaráðunum, men megnar ikki at fáa nakran við
tær, fyri at hetta skal eydnast.”
”So er ikki,” segði Havgrímur, “og eg vil løna tær væl, um tú kemur í
mín part og fái tikið lívið av brøðrunum.”
Tróndur svarar:
”Eg skal vera við tær í atsóknini móti teimum, men so skalt tú gjalda
mær tvey kúgildi á hvørjum vári, og tvey hundrað á hvørjum heysti. Og
henda skuld skal vera ævinlig, og ikki minka eftir at tú ert deyður.
Men eg vil tó ikki vera við, uttan at tú fært aðrar við tær. Eg haldi,
at tú skalt fara og finna Bjarna, morbróður mín í Svínoy, og hav hann
í ráðum við tær.”
Havgrímur játtar hesum og fer haðani til Svínoyar og finnur Bjarna.
Hann biður hann tað sama, sum Tróndur hevði játta honum.
Bjarni svaraði, at hann ikki vildi vera við, uttan at hann fekk onkra
samsýning afturfyri.
Havgrímur spurdi hvat hann hevði hugsa sær.
Bjarni mælti:
”Tú skal geva mær trý kúgildi hvørt vár, og trýhundrað hvørt heyst
tald í kjøti.”
Havgrímur játtaði hesum og fór soleiðis heimaftur.
Bardagi
Nú er at siga frá brøðrunum Brestir og Beinir. Teir áttu tveir garðar,
annan í Skúvoy og hin í Dímun. Kona Brestis æt Cecilia og far av
norskari ætt. Tey áttu ein son ið æt Sigmundur, sum var níggju ára
gamal tá hetta fór fram. Hann var bæði stórur og sterkur.
Beinir hevði eina frillu, ið æt Tóra, og tey høvdu ein son, ið æt
Tórir. Hann var tá ellivu vetrar gamal og av evnaligastu dreingjum.
So er at siga frá, at einaferð brøðurnir Brestir og Beinir vóru á
garði sínum í Dímun, fóru teir á tað óbygdu oynna Lítlu Dimun. Har
høvdu teir seyð og neyt gangandi, sum teir ætlaðu at taka til skurð.
Dreingirnir Sigmundur og Tórir bóðu um at sleppa við teimum. Brøðurnir
tóku teir við sær, og so fóru teir í oynna. Brøðurnir høvdu eisini øll
vápn síni við á ferðini.
So er sagt frá Bresti, at hann var bæði stórur og sterkur og bar av
øllum í vápnaleiki. Hann var vitugur maður, og vinsælur við allar
sínar vinir. Beinir, bróður hansara, var eisini av dugnaligastu
monnum, men kundi tó ikki javnmetast við bróðurin.
Nú fóru teir frá oynni Lítlu Dímun, og sum teir strevaðu við at koma
undir Dímun hina bygdu, sóu teir tríggjar bátar koma ímóti sær, fullar
av monnum og vápnum, tólv menn á hvørjum bátinum.
Teir kendu hesar mennirnar, Havgrímur úr Suðuroy, so Tróndur í Gøtu á
øðrum bátinum, og Bjarni úr Svínoy á tí triðja.
Bátarnir komu sær ímillum brøðurnar og oynna, so teir ikki sluppu at
lendingini, men máttu seta bátin upp á øðrum staði har í fjøruni. Men
har var hamarsklettur fyri og brøðurnir lupu upp á hann við vápnum
sínum. Dreingirnar settu teir niður hjá sær á klettinum, sum var víður
omaná og góður at verja.
Nú kom so Havgrímur við teimum trimum bátunum, og teir lupu á land í
fjøruni og niðan móti klettinum.
Havgrímur og Svínoyar-Bjarni søktu at brøðrunum, men teir vardu seg
væl og menniliga. Tróndur og hansara menn reikaðu runt í fjøruni og
tóku ikki lut í atsóknini.
Brestir vardi klettin, har lættari var at søkja at, men verri at
verja. Nú bardust teir eina stund, og tað var greitt, at brøðurnir
ikki fóru at vera lættir at fella.
Tá mælti Havgrímur:
”Eg gjørdi tað avtalu við teg, Tróndur, at tú skuldi veita mær stuðul,
og tí gav eg tær fæ mítt.”
Tróndur svaraði:
”Tú ert ein ræðuskítur, ið ikki kann søkja at tveimum monnum við
tveimum tólvtum (24). Tú syrgir alla tíðina fyri at hava aðrar til
skotbjálva fyri tær, og torir ikki at koma í nánd, har mannsroynd
verður framd. Um nakar dugur var í tær, so herjaði tú fyrstur á
Brestir, so aðrir fylgdu tær, annars er tað eyðvitað at tú ert ein
ónytta,” og Tróndur eggjar nú upp undir hann sum harðast.
Tá leypur Havgrímur upp á klettin móti Bresti, og rennir spjótið í
miðjuna á honum, og gjøgnum hann.
Brestir skilur at hetta er hansara banasár, tekur seg fram á spjótið
og høggur Havgrím við svørðinum. Høggið rakti Havgrím á vinstru øksl
og kleyv hana oman at síðuni, so armurin datt leysur av. Havgrímur
fall deyður oman av klettinum og Brestir omaná hann, og har lótu teir
báðir sítt lív.
So søktu teir at Beinir í øðrum stað. Hann vardi seg væl, men endin
var at hann lat lív.
So sigst, at Brestir var trimum monnum at bana, áðrenn hann drap
Havgrím, og at Beinir drap tveir menn.
Eftir bardagan mælti Tróndur til at drepa dreingirnar, Sigmund og
Tórir. Men Bjarni svaraði: “Teir skal ongin drepa.”
Tróndur svaraði:
”Tá man tað fara at laga seg soleiðis, at teir vera teimum flestu
monnum her eru staddir, at bana, um teir sleppa undan nú.”
Bjarni svaraði:
”Teir skal eingin drepa, heldur enn sjálvan meg.”
”Eg meinti tað heldur ikki í álvara,” segði Tróndur, “eg vildi bara
royna tykkum fyri at vita hvat tit hildu um hetta. Nú skal eg bøta
dreingjunum fyri mín leiklut í hesum, og bjóða teimum fostur hjá mær.”
Dreingirnir sótu á klettinum meðan hetta fór fram og Tórir græt.
Sigmundur mælti:
”Grát ikki, frændi, men minst hetta leingi.”
Eftir hetta fóru teir hvør til sítt , og Tróndur tók dreingirnar heim
við sær til Gøtu. Lík Havgríms var flutt til Suðuroyar og jarða eftir
fornum siði. Men vinir Brestis og Beinis fluttu lík teirra heim til
Skúvoyar og gróvu teir líkaleiðis eftir fornum siði.
Nú spurdust hesi tíðindi um allar Føroyar, og hvør maður harmaði tá
brøðurnar.
Slóð:
Føroya Skúlabókagrunnur:
Føroyinga søga
(pdf-fíla: 984 kb)
|